
Ferðslan í samband við kongaligu vitjanina í morgin
Í morgin, tá kongshjúnini vitja, kann ferðslan verða ávirkað. Kunning um ferðslu- og parkeringsviðurskifti kann lesast niðanfyri.
Parkeringspláss
Í samband við almennu móttøkuna á djúphavnini verða bilar vístir til almennu parkeringsplássini eftir Vágsvegi. Bilførarar verða bidnir um ikki at parkera bilarnar á kaiini ella framvið koyribreytunum.
Vágsvegur
Kongshjúnini koma at ferðast eftir Vágsvegi, har tey m.a. vitja FabLab, umframt at tey skulu til og frá Dannebrog. Bilførarar kunnu tí vænta, at ferðslan eftir Vágsvegi verður ávirkað. Tað er løgreglan, sum stýrir ferðsluni, meðan kongshjúnini vitja.
Fjalsgøta og Eiðisvegur
Fjalsgøta og Eiðisvegur verða partvís stongd í morgin frá klokkan 10.00. Stongsilin er har, Fjalsgøta møtir Gjógvaráveg, og á Eiðisvegi, vestanfyri parkeringsplássið við ítróttarannleggini á Eiðinum. Hesir vegir verða stongdir til umleið klokkan 12.00.