TT

Signar í Homrum við bólki á Ljósfest 2025

05.06.2025

Hann er ein av teimum royndastu og best dámdu tónleikarunum á føroyska pallinum, og hann er sera virkin.

Signar í Homrum byrjaði í nítiárunum, og var tá við í vælumtókta bólkinum Kjølar.

Seinni fór hann at royna seg á egnum beinum, og væl hevur hepnast, tí hann fekk skjótt vind í seglini, og soleiðis hevur tað hildið á øll árini, og framvegis er hann millum tey fremstu og virknastu á føroyska tónleikapallinum.

Tað er gott at elska, Kærleikans mátt, Sorgblídni, Mín skattur.

Hetta er nakrir sangir úr rúgvuni, ið Signar í Homrum hevur latið úr hondum. Alt er hetta sangir, ið øll kenna, sum føroyingar hava tikið til sín,  og har øll kunnu syngja við.

Á Ljósfest 2025 fer Signar í Homrum á pall, og tað verður við bólki.

Umframt Signar í Homrum, sang og guitar, so er góða manningin James Olsen á trummum, John Johansen á bass, Høgni Fagraberg á guitar og Magni Husgaard á tangentum.

Vit spæla sjálvandi teir sangirnar, ið fólk kenna best og sum tey plaga at syngja við til, sigur Signar í Homrum, ið gleðir seg at koma til Vágs á Ljósfest 2025.

Ljósfest er í Vági 15., 16. og 17. august 2025.


Deil á facebook