TT

Team Rynkeby vitjaði Vágs Kommunu

02.06.2025

Í vikuskiftinum vitjaði Team Rynkeby Føroyar í Suðuroynni, sum liður í árligu innsavning av pengum til børn við álvarsomum sjúkum.

Tá ið súkklararnir komu til Vágs, tók Vágs Kommuna væl ímóti teimum. Kommunan bjóðaði teimum ein góðan døgurða, og eftir ein drúgvan túr fingu tey eisini møguleika at svimja og hvíla seg í Páls Høll

Borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, segði nøkur orð og handaði Team Rynkeby Føroyum eina peningaliga gávu til stuðulsarbeiðið. Tað var Alice Hansen úr Vági, sum tók ímóti gávuni vegna Team Rynkeby Føroyar.

Í ár eru fýra luttakarar úr Suðuroynni við í Team Rynkeby Føroyar, og hetta gjørdi vitjanina serliga hátíðarliga. Tey vóru fegin um blíðskapin og góða móttøkuna í Suðuroy, og staðfestu at stuðulin og frá Vágs Kommunu veruliga styrkir teirra arbeiði.



Deil á facebook