
Næmingakonsertin hjá musikkskúlanum - guitar og trumma
30.05.2025
Musikkskúlin í Vági skipar fyri næmingakonsertini mánadagin 2. juni í Auluni í Vágs skúla. Konsertin byrjar klokkan 16:30 og verða næmingar sum spæla guitar og trommur, sum framføra. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Á konsertini fara næmingar at framføra ymist tónlistarligt tilfar, sum teir hava arbeitt við seinastu mánaðirnar. Summar framførslur verða saman við tónleikalærarum.
Næmingakonsertin er ókeypis, og okur vóna at síggja bæði foreldur, familjur og tónleikaáhugað til eina hugnaliga løtu í Auluni.