TT

Ruddingardagur í kommununi – Leygardagin 31. mai

28.05.2025

Kommunan skipar fyri ruddingardegi leygardagin 31. mai, og bjóðar øllum í bygdini at luttaka í eini felags roynd at halda umhvørvið reint og vakurt.

  • Posar og handskar kunnu heintast í Miðlatúni frá kl. 10.00, opið er til kl 14.00.

Lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi. Ruskposarnir verða settir fram við vegnum, so arbeiðsmennirnir fáa tikið teir upp.

Tá ið ruddingin er liðug, verður møguleiki fyri at fáa vatn og frukt í Miðlatúni, fram til kl 14.00.

Okur vóna, at nógv fólk taka lut og stuðla undir týdningarmikla arbeiðinum at halda vágsbygd reina.


Deil á facebook