TT

Fernisering í Frítíðarskúlanum – Ein ferð gjøgnum árið

28.05.2025

Í gjár hevði frítíðarskúlin fernisering. Frítíðarskúlin bjóðaði kommunalum stovnum, foreldrum og systkjum í frítíðarskúlan at síggja ferniseringina.

Børnini í frítíðarskúlanum hava, saman við dugnaligu starvsfólkunum, arbeitt í longri tíð við ferniseringini. Evnið tey arbeiddu við var  - Ein ferð gjøgnum árið.

Tey hava heintað tilfar úti í náttúrini, verið nógvar túrar runt um í bygdini, tey hava mála, klipt og líma og sett tilfar saman.

Temaði er sprotti úr øllum tilfarinum sum børnini hava savnað saman seinastu tíðina. Tey hava verið ótrúliga røsk og hugagóð, tey hava arbeitt nógv við tí kreativa, tey hava vitja mong støð í Vági, útfrá árshjólinum  sum frítíðarskúlin arbeiðir útfrá.

Ferniseringin bleiv deild upp í lítlar bólkar fyri seg, útfrá ymisku evninum sum børnini hava arbeitt við. Temaðini vóru - jól, føstulávint, páskir, flaggdagur, summar/fjørðurin og mølin, yndisstað, grækarismessuhald, Ruth Smith savnið og sjálvsmynd. 

Børnini hava arbeitt nógv við mentan og siðvenju, vitja Ruth Smith savnið, og útfrá Ruth Smith savninum, hava børnini gjørt sær sína egnu sjálvsmynd, sum vísur hvussu tey síggja seg sjálvan. Børnini hava eisini vitja gamla fiskaplássið Løghamar og vitja onkrar grindabátarnar við fittum frásøgufólkið úr Vági. 

Børnini hava gjørt flottar træplátur sum tey hava málað og líma ymist tilfar á sum tey hava funni úti  í náttúruni. m. a goggur, tara og ymist annað. Hettta temaði hava tey so kalla fyri náttúran/fjørðurin og mølin.

Eitt temað var sett upp sum føstulávint vit nógvum myndum, tunnu, keppum og pyntið.

Til flaggdags temaði hava børnini arbeitt sera nógv við tøvdari ull. Øll børnini hava gjørt sítt egna flagg sum bleiv ramma inn. Børnini vitjaðu eisini í Fámjin flaggdagin.

Temaði um páskini, hava børnini klipt myndir og málað egg, rulla páskaregg og verið fleiri túrar.

Yndsistaði hjá børnum eru mála á lørift, við ymiskum litum og hava børnini gjørt sær nógvar tankar um hvat er teirra yndisstað runt um í bygdini. 

Temaði í mai - summar, hava børnini verið við til at planta blomstur í garðinum, og tikið nógvar myndir í góðveðrinum, sum eru kliptar út og settar saman sum plakat. 

Børnini í frítíðarskúlanum, hava verið so røsk at verið við í ferniseringini. Tey hava siti trúføst og fyrireikað seg hvønn dag í fleiri mánaðir, tey hava gjørt sítt egna tilfar, og verið so spent til hendan dagin. 

At arbeiða við einari fernisering, gevur góðar fortreytir fyri at samansjóða øll børnini, tað hevur stóran týdning fyri sosiala felagsskapin, og er við til at skapa tryggleika og menning hjá børnum. 

Í gjár var so klárt at bjóða øllum inn til ein drekkamunn og kaku. Ikki kann sigast annað enn at Frítíðarskúlin varð sera væl vitjaður av foreldrum, systkjum og av øðrum stovnum.

Børnini vóru so spent at vísa alt tað flotta tilfarið fram sum tey sjálvi høvdu gjørt. 

Alt í alt ein sera væl eydnaður dagur, sigur Eyðhild Mørk, leiðari í Frítíðarskúlanum.



Deil á facebook