
Hevur tú hug at verða ein partur av toyminum í kvøldskúlanum í Vági?
28.05.2025
Vágs kvøldskúli søkir eftir undirvísarum til 2025/2026!
Okur leita eftir eldhugaðum lærarum til fleiri ymisk spennandi skeið – eitt nú innan:
Linedans
Máling og list
Skeið til børn og ung
Hevur tú eisin okkurt annað sum tú brennur fyri, og kundi hugsað tær at deilt við øðrum – so hoyra okur fegin frá tær!
Okur kunnu bjóða:
Fleksiblar arbeiðstímar
Stórt frælsi í undirvísingini
Arbeiði har tú hevur møgulleika at seta dín egna dám á
Send umsókn til: kvoldskulin@vagur.fo
Okur gleða okkum at hoyra frá tær!
Vinarliga,
Tina Grønbech
Leiðari á Vágs Kvøldskúla