TT

Tilmelding til Ung í arbeiði 2025

27.05.2025

Aftur í ár ber tað til hjá ungum at melda seg til Ung í arbeiði hjá Vágs Kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár, áðrenn 23. juni, men má ikki verða fyltur 17 ár áðrenn 4. juli.

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Byrjað verður mánadagin 23. juni. 2025 og arbeitt verður í 2 vikur, 4 tímar um dagin.

Freistin at søkja er sunnukvøld 15. juni kl 23.59.

Áhugaði kunnu melda seg til Ung í arbeiði her

Um spurningar ella ivamál eru, kann ringast á telefon 66 30 00 ella senda teldupost á vagur@vagur.fo.


Deil á facebook