TT

Rynkeby dámur í Eikilund

17.05.2025

Týsdagin í farnu viku var rættur Rynkeby dámur í barnagarðinum Eikilund.

Í Eikilund starvast Rini Holm, og í ár er hon partur av Rynkeby Føroyum, sum skal súkkla til París í summar. Rini og hini starvsfólkini vildu vísa barnagarðsbørnunum og foreldrunum, hvat tað er at vera ein “rynka” (t.e. ein súkklari í Rynkeby-hópinum).

Børnini og starvsfólkini høvdu arbeitt við temanum Rynkeby-súkkling og høvdu nógv at vísa foreldrunum, tá tey komu til foreldrakaffi og framsýning.

Rini fortaldi fyri foreldrunum og børnunum, at tey venja nógv – tey súkkla fleiri hundrað km um vikuna og eru á fleiri venjingarlegum í Føroyum, so tey gerast klár til langa teinin til París. Eisini sluppu øll at síggja gulu súkkluna hjá Rini, sum hon skal súkkla til Paris. 

Rynkeby-súkklararnir fara avstað úr Føroyum 4. juli og koma til París 12. juli.

Niðanfyri eru myndir framsýningini. 



Deil á facebook