
Serbreytin vitjaði borgarstjóran
Í morgun vitjaðu næmingar og lærarar á serbreytini hjá Miðnámi í Suðuroy borgarstjóran í Vágs Kommunu, Bjarna Johansen. Vitjanin var liður í undirvísingini, har næmingarnir læra um samfelagið og hvat ein kommuna arbeiðir við.
Borgarstjórin tók í móti næmingunum og lærarnum í býráðssalinum og greiddi í stuttum frá, hvussu ein kommuna virkar, hvørji mál verða arbeidd við, og hvussu tað er at hava eitt álitisstarv. Lærararnir á serbreytini søgdu, at hetta er ein týdningarmikil partur av undirvísingini, at næmingarnir sleppa út og uppliva samfelagið í verki.Spurningar frá næmingunum vóru millum annað um arbeiðspláss, trivnað og møguleikar hjá ungum í oynni.
Næmingarnir fingu høvi at hyggja sjeg um í kommunuhølunum og fingu eisini vatn, drekkamunn og okkurt afturvið. Borgarstjórin takkaði fyri vitjanina.