
Nýggjur hjartastartari settur við Sandin
Vágs Kommuna hevur sett upp ein nýggjan hjartastartara við Sandin. Hetta er eitt týðandi stig fyri at tryggja, at borgarar hava skjótan atgongd til neyðug hjálpartól í einari neyðstøðu.
Hjartastartarar eru sera umráðandi, tá ið eitt hjartastopp hendir. Teir kunnu bjarga lívum, um teir verða nýttir rætt og skjótt. Í Vágs kommunu eru fleiri hjartastartarar settir upp, og hetta er fyri at tryggja, at í einari neyðstøðu, so skal tað ganga skjótt. Tí er tað av alstórum týdningi, at hjartastartarar eru lætt atkomuligir. Inni á heimasíðuni www.hjartastartari.fo eru fleiri hjartastartarir skrásettir, tann nýggjarsti í Vágs Kommunu verður skrásettur á síðuni.
Vágs Kommuna ætlar at seta fleiri hjartastartarar upp komandi tíðina, sigur borgarstjórin Bjarni Johansen. Hetta vísir, at Vágs Kommuna tekur ábyrgdina fyri borgarans trygd í álvara og arbeiðir støðugt fyri at betra um trygdina hjá sínum borgarum.
