TT

Summartónar: Deiggj í Stóra Pakkhús

05.05.2025

Leygarkvøldið 10. Mai hevur Deiggj konsert Stóra Pakkhús.

Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri, teir spældu á heysti í 1981, tá tónleikabólkurin varð settur á stovn.

Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur, og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum øll hesi árini. Teir eru kendir fyri at spæla serliga løg hjá Uriah Heep, men spæla eisini egið tilfar, sum teir eisini hava givið út. Í 2023 gav Deiggj út LP og fløgu ið kallast Tíð.

Deiggj fara at spæla egið tilfar, mest frá nýggju útgávuni TÍÐ og av plátuni Stormávaring og eisini stakløg, ið Deiggj hava givið út gjøgnum tíðirnar.
Møguleiki verður at ogna sær nýggju lp/cd´ina TÍÐ.
Konsertin varir umleið 1 tíma og Pakkhúsið er opið aftaná til kl 23.00.

Tað er Summartónar sum skipa fyri. Konsertin byrjar kl 20.00 og kostnaðurin er kr. 150,-.


Deil á facebook