
Eldradagurin – ein hugnaligur dagur við áhugaverdum fyrilestrum og felagsskapið
Fyrsti eldradagurin í ár varð hildin leygardagin 22. mars. Umleið 100 vágbingar leitaðu sær vestur í VB húsið til eina hugnaliga løtu saman.
Eldradagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum Vágs Kommuna hevur skipað fyri seinastu árini. Hetta er eitt kærkomið høvið hjá okra borgarum, sum eru 60 ár og eldri, at koma saman og njóta felagsskapin eina løtu. Á skránni er altíð onkur áhugaverdur fyrilestur og hesa ferð var onki undantak. Bárður Sandá, sum sjálvur er vágbingur og nýliga settur sum leiðari fyri Arktisk Komando í Føroyum, greiddi frá um upplivingar í donsku sjóverjuni - nevniliga Galethea 3 túrin, sum hann var ein part av.
Aftaná var tað Rakul Sumberg Dahl, ið tosaði um okra aldargomlu grindabátar – søguna og um teirra týdning fyri Vágsbygd. Rakul greiddi frá, hvussu grindabáturin hevur havt ein lívsneyðugan leiklut í gerandisdegnum í gomlum døgum. Eisini koma Rakul inn á, at í 2021 bleiv føroyski báturin skrivaður á UNESCO-listan umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Hetta er ein týðandi áminning um, hvussu okra søga og mentan eiga at verða varðveitt.
Sum vanligt var eisini ein góður biti at fáa, sum matstovan Garðslon stóð fyri. Síðan tók Orðið á Borðið yvir við sangi og setti sítt dám á og endaði Eldradagin við hugnaligum tónleiki.
Niðanfyri eru myndir frá eldradegnum hjá Vágs Kommunu.



