TT

Sálarfrøðingur til Suðuroyar Barnaverndartænastu

18.03.2025

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan frá 1 august 2025. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Kann møguliga blíva fleiri tímar um tørvur verður á tí.

Arbeiðsøki

Suðuroyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar 7 kommunurnar í oynni og er staðsett á Tvøroyri og starvsstaðið er á Tvøroyri.

Sálarfrøðingurin fer at virka í tøttum samstarvi við starvsfólkið á deildini.

Arbeiðsuppgávur

  • Samrøður við børn, ung og foreldur
  • Viðger av børnum, ungum og familjum
  • Útgreining av børnum og ungum
  • Supervisión og faklig sparring

Vit ynskja okkum starvsfólk sum

  • Hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Eru álítandi og arbeiðssom
  • Tola at arbeiða undir trýsti
  • Kunnu arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv

  • Útbúgvin sálarfrøðingur. Um tú hevur autorisatión, kann tað vera ein fyrimunur.
  • Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá hinum barnaverndartænastunum og Barnaverndarstovu Føroya
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
  • Supervisión

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Finnsdóttir, leiðari á Suðuroyar Barnaverndartænastu á 288085 ella t-post jonleyge@tvoroyri.fo.

Umsóknarfreist:

Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu, í hendi í seinasta lagi mánadagin 28 apríl kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast til Suðuroyar Barnaverndartænastu, Sornhúsvegur 22, Postboks 104, 800 Tvøroyri ella á teldupost adressu jonleyge@tvoroyri.fo.

Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum.


Deil á facebook