TT

Heri heldur grækarismessurøðuna

04.03.2025

Komandi sunnudag tann 9. mars, skipar Skótaliðið Royndin fyri Grækarismessuhaldið við Minnisvarðan kl. 17.00.

Skótar og úlvar ganga skrúgongu kl.16:40 úr skótahúsinum oman til Minnisvarðan.

Heri Mortensen (Heri hjá Kissaba) heldur røðu.

Heri er vágbingur og hevur verið ein av okra fremstu svimjarum og eisini íðin innan fyri kappróður.

Sangkórið Ljómur luttekur við kórsangi og felagssangi.

Aftaná bjóðar skótaliðið ein drekkamunn inni í Miðlatúni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.


Deil á facebook