
Vinnan á vitjan verður hildið fyri fjórðu ferð
Fríggjadagin 21. februar verður vinnutiltakið hjá Vágs Kommunu Vinnan á vitjan aftur hildið í Vágs skúla.
Hetta er fjórða árið á rað, at tiltakið verður skipað, og tað hevur síðani byrjan í 2022 staðið sum eitt fast vinnutiltak hjá kommununi, har næmingar í Suðuroynni fáa høvi at hitta vinnulívið og fáa innlit í arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar.
Á tiltakinum hava næmingar møguleika at vitja básar hjá fleiri fyritøkum og stovnum, sum eru við til at skapa arbeiðspláss og menningarmøguleikar í Suðuroy.
Harumframt verða framløgur, ið kunnu geva næmingunum góð ráð um framtíðar valmøguleikar.
Í ár hava 17 fyritøkur og stovnar longu váttað sína luttøku, og fyrireikingarnar eru í gongd til eitt spennandi og gevandi tiltak fyri næmingar, foreldur og vinnulívið.
Tiltakið verður hildið í Vágs skúla og byrjar klokkan 10:00 við framløgum. Básarnir hjá fyritøkunum lata upp klokkan 11:00.