
Lær at gera storytelling og tíðindainnihald við fartelefonini
Vilt tú læra at filma og klippa við fartelefonini? Við einføldum amboðum kanst tú skapa gott innihald til marknaðarføring ella søgur – bæði í arbeiðshøpi og privat.
Vágur og Suðuroy hava nógv fólk, sum duga at siga søgur, ið eiga at verða fortaldar og varðveittar til framtíðina. Við nútímans tøkni er tað lættari enn nakrantíð at skapa smáar filmsforteljingar.
Jo Vemund Svendsen fer at læra okkum – bæði við tøkni og søguforteljing – hvussu tú einfalt og lætt kanst skapa góðar filmssøgur. Hann fer eisini at geva okkum íblástur til at læra enn meira.
Jo Vemund er útbúgvin journalistur og hevur í næstan 20 ár arbeitt við útvarpi og sjónvarpi í Noreg og altjóða. Hann brennur fyri søguforteljing og at lýsa fólk og teirra lív. Seinnu 10 árini hevur hann gjørt dokumentarfilmar og býr í løtuni í Vági við familju síni sum digitalur nomadi. Meðan hann er her, arbeiðir hann við einum norskum dokumentarfilmi.
Á hesi verkstovuni fert tú at læra:
✅ At filma og klippa við fartelefonini (í verki)
✅ At brúka tráleysa mikrofon til telefonina
✅ At fáa innlit í onnur teknisk amboð
✅ At teksta og klárgera filmin til útgávu
✅ At brúka AI-amboð til at broyta tekst og talu
✅ Einføld amboð at skapa vakrar og áhugaverdar søgur
✅ Hugskot-verkstovu um søgur, tú kanst skapa í Vági
(Vit brúka ókeypis útgávur av forritum sum Adobe Rush, Captions og Jojo.)
Verkstovan verður tillagað eftir tørvi og ynskjum hjá luttakarunum.
Legg til merkis: iPhone verður viðmælt, men Android-telefonir kunnu eisini brúkast.
Upplýsingar:
Undirvísari: Jo Vemund Svendsen
Kostnaður: Ókeypis, men tilmelding kravd. Sendið t-post til info@vagur.fo
Dato: Ónsdagin 19. februar kl. 16.00
Stað: Miðlatún
Tað verða smærri, valfríar heimauppgávur í vikuskiftinum og uppfylging í komandi viku.