TT

Tabletop Suðuroy flytur í nýggj hølir og víðkar um virksemi

03.01.2025

Í januar flytur Tabletop Suðuroy í nýggj hølir í Vági - hetta fyri at betri kunna foldað sjeg út og bjóða tað fram, sum  arbeitt verður fram ímóti.

Seinastu mánaðirnar hevur Tabletop Suðuroy hildið til í hølunum hjá Skótafelagnum Royndin í Vági, har virksemið serliga hevur snúð sjeg um borðspælið Warhammer 40.000. Men nú hava stigtakararnir Sammi Djurhuus, Louis Herason og Magnus Mørk Hjelm fingið nýggj og størri hølir til virksemið. Nýggju hølini eru á Bøgøtu 3, har elhandilin hjá Gudmund Larsen áður helt til.

Hetta hava okur fingið atgongd til nú, takka verið Vágs Kommunu.

Higartil hava okur fyri tað mesta spælt og lært onnur at spæla Warhammer, men nú ynskja okur at víðka um møguleikarnar og útboði av borðspølum v.m. Hetta verður gjørt saman við høvuðsfelagið okra, Tabletop Føroyar, sum eru ein aktivur viðspælari og góður stuðul í arbeiði okra.

Okur vilja víðka um og bjóða fram fleiri fjølbroyttar spæl møguleikar, hvørt tað er borðspøl, rolluspøl, samlukortspøl ella miniaturspøl.

Gerst limur og ábyrgdari

Tabletop Suðuroy leitar eftir bæði nýggjum limum og ábyrgdarum, sum hava áhuga byggja uppá virksemi hjá Tabletop. Øll eru vælkomin: børn, ung og vaksin, og Tabletop Suðuroy er fyri allar suðuroyingar.

  • Limagjaldið er 100 kr. árliga og gevur hetta fleiri fyrimunir. Gerst limur á www.tabletop.fo.
  • Um tú hevur okkurt spæl, sum tú hevur serligan áhuga fyri og kundi hugsa tær at víst og lært øðrum, so ert tú vælkomin at seta tjeg í samband við okum, soleiðis at okur kunnua bjóða fleiri spøl fram.
  • Ábyrgdarar eru vaksin fólk, sum varða av hølunum og tryggjað, at okur kunnu hava opið longri og oftari.

Áhugaði kunnu venda sær til Tabletop Suðuroy á Facebook síðuni her.


Deil á facebook