TT

Góðu vágbingar, starvsfólk, felagsskapir og vitjandi.

31.12.2024

Árið 2024 er um at fara aftur um bak, og okur standa nú á gáttini til eitt nýtt ár, eitt ár við nýggjum møguleikum og avbjóðingum. Tað er ein góð løta at steðga á, minnast aftur á tað okur hava fingið í lag, og seta okum nýggj mál fyri framtíðina.

Árið ið fór hava okur saman bygt á okra felagsskap, sum stendur sterkur, alt frá ítrótti, mentan og trúðarlív til arbeiðið hjá tí einstaka borgaranum. Jeg eri takksamur fyri alt tað, okur hava framt í felag, og jeg síggi við stoltleika, hvussu nógv eldhugað og virkið fólk okra bygd eigur.

Jeg vil takka tykum øllum fyri tykra lut í, at gera Vág til eitt stað har fólk trívast, arbeiða og liva. Frá børnunum og ungdóminum, ið mynda framtíðina, til tey eldru, ið bera við sær lívsroyndir. Frá sjálvbodnum, ið geva ómetaliga nógv til felagsskapin, til vinnulívið, sum ger sítt fyri at skapa arbeiðspláss og virðir. Og ikki minst starvsfólkini hjá kommununi, sum dag og dagliga gera eitt dygdargott arbeiði fyri at tryggja eina góða tænastu til okum øll.

2025 gevur okum møguleikan at halda fram við at byggja eina sterka, kveikjandi og framfýsna kommunu, har okur seta trivnað og framburð í hásæti. Í felag kunnu okur skapa góðar karmar fyri bæði borgarar og fyritøkur.

Her er gott at liva

Eg ynski tykum øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.

 

Bjarni Johansen

Borgarstjóri 


Deil á facebook