Tríggir býráðslimir høvdu sín seinasta býráðsfund
23.12.2024
Síðsta mánakvøld var ein serligur býráðsfundur, har tríggir býráðslimir, Eyðbritt Krosslá, Anna B. Samuelsen og Magnus M. Hjelm, høvdu teirra seinasta býráðsfund. Í hesum sambandi handaði borgarstjórin, Bjarni Johansen, teimum gávur sum tøkk fyri teirra drúgva og virðismikla arbeiði í býráðnum.
Eyðbritt og Anna hava verið partur av býráðsarbeiðinum í 10 ár, meðan Magnus hevur sitið í 4 ár. Borgarstjórin takkaði teimum fyri teirra íkast til menningina av Vágs kommunu. Hann legði dent á teirra ágrýtni og eldhuga fyri málum, ið hava styrkt trivnaðin og tænasturnar í kommununi.