TT

Ársins seinasti gongutúrur Nýggjársaftan

19.12.2024

Frá Vindmyllulundini í Porkerishaganum til Vágs

Nýggjársaftan klokkan 11.30 verður skipað fyri einum spennandi gongutúri frá Vindmyllulundini í Porkerishaganum.

Vit møtast við niðankoyringina til Vindmyllulundina, og ganga ella koyra eftur vegnum, sum fer niðan til vindmyllurnar. Um tú ynskir, ber eisini til at koyra niðan til ovastu vindmylluna.

Túrurin fer framvið vøkrum og sermerktum náttúruperlum sum Vágfelli, Vágsskarð, Hvannafelli og oman á Hálsin. Frá Hálsinum ganga vit oman til Vág, har útsýnið er heilt óvanligt – ein vøkur sjón so langt sum eyga røkkur.


Túrurin er miðal strævin, og vit heita á fólk um at vera klædd eftir umstøðum – við góðum gangiskóm ella stilvum, húgvu og handskum. Túrurin er umleið 8,3 km langur og tekur umleið 3 tímar.
Øll eru hjartaliga vælkomin við, men vit vilja gera vart við, at túrurin er ikki hóskandi fyri smærri børn.


Ferðaleiðari á túrinum verður Jens Petur Brattalíð, og túrurin er ókeypis! Tilmelding er ikki neyðug, men vit vilja minna á, at túrurin kann verða avlýstur, um tað ikki viðrar.


Kom og uppliva Føroyar frá síni vakrastu síðu – vit gleða okkum at síggja teg!

 



Deil á facebook