TT

Páls Høll er opin jólaaftansmorgun

18.12.2024

Jólaaftan følist ofta drúgvur hjá mongum, kanska serliga hjá børnum. Tað er jú longi til jóladøgurðin kemur á borði og at gávurnar verða latnar upp. So hví ikki stytta sær um stundir við morgunsvimjing og hugna í Páls Høll.

Baðilandið í Vági letur dyrnar upp jólaaftansmorgun til viðskiftafólk. Í Páls Høll kunnu jólagestirnir taka nakrar longdir í 50 metrahylinum ella njóta eina løtu í heita barnahylinum. Og hitarúmini eru deiliga heit og fjálg. Opið er í millum klokkan 8.30 og 11.00.

Páls Høll ynskir øllum eini góð jól.


Deil á facebook