Jólagávur til eldru borgarar frá Ungdómshúsinum
Traditionen tro, letur Ungdómshúsið hondvirkaðar jólagávur til borgarar í Vági, ið eru 80 ár og eldri.
Ungdómshúsið í Vági hevur siðvenju at gera handvirkaðar jólagávur til eldru borgarar í kommununi. Hetta er eitt arbeiðið, sum børnini hava gjørt seinastu vikurnar, og nú eru tey komin á mál við øllum jólagávunum.
Útbering í kvøld, fríggjakvøldið 6. desembur
Jólagávurnar verða bornar út í kvøld. Børnini verða biðin um at møta í Ungdómshúsinum klokkan 18.00. Haðani verður fari út við gávunum. Tað verður heitt á børnini um at vera væl ílatin og hava endurskyn við, so tey eru sjónlig í myrkrinum.
Tey eldru plaga at gleðast um jólagávurnar frá børnunum í Ungdómshúsinum. Tí hevði tað verið ein góð hjálp, um avvarðandi kunnu boða teimum eldru frá, at gávurnar verða bornar út í kvøld, soleiðis at tey flestu eru heima og kunnu taka ímóti.
Ungdómshúsið og Vágs Kommuna heita á bilførarar um at ansað eftir børnunum, ið eru úti í kvøld við jólagávum.