Starvsstevnan Jobmatch: Vágs Kommuna verður við!
Mánadagin 30. desember verður árliga starvsstevnan Jobmatch og aftur í ár verður Vágs Kommuna við.
Í ár finnur tú okum á bási 55. Hetta er triðju ferð, at Vágs Kommuna luttekur á Jobmatch, og okur hava sama endamál sum altíð: at umboða kommununa sum eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, og at varpa ljós á møguleikarnar í vinnulívinum í kommununi.
Tveir spennandi starvsmøguleikar
Okur hava bæði verkætlanarstørv og praktikpláss við okum á Jobmatch, men í ár hava okur nakað serligt við: Vágs Kommuna søkir eftir einum mennara og einum netsamskipara til barnaverkætlanina! Hetta eru ein spennandi møguleikar fyri tjeg, sum ynskir at vera við til at menna kommununa. Tú kanst lesa meira um mennarastarvið her og netsamskiparastarvið her.
Kom forbí bás 55
Bílegg eitt JobPrát við okum, ella vitja bás nr. 55 í Norðurlandahúsinum. Okur eru áhugað í at hitta tjeg og greiða frá teimum mongu møguleikunum, sum Vágs Kommuna hevur at bjóða. Okur hava nógv áhugavert við í skjáttuni, bæði fyri lesandi og arbeiðssøkjandi.
Á vagur.fo/jobmatch finnur tú yvirlit yvir tær uppgávur og starvsmøguleikar, ið Vágs Kommuna og vinnulívið í kommununi hava at bjóða.
Okur síggjast á Jobmatch!