TT

Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á kommunuvalinum

28.10.2024

K u n n g e r ð

Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á kommunuvalinum týsdagin 12. november 2024

verður í samkomuhøll skúlans.

Atkvøtt verður frá: kl. 10.00  til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Býráðsskrivstovuni til og við mánadagin 11. november 2024.

Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men má boðað verða frá til Býráðsskrivstovuna telefon 663000 í seinasta lagið kl. 1200 henda dagin.

Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, íð standa á vallistanum.

Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Býráðsskrivstovuna sum skjótast.

 

23. oktober  2024

Valstýrið í Vági

Vegna Valstýrið

Mannbjørn Tausen, form.


Deil á facebook