TT

Kveikjandi fyrilestur við Sáru Mariu Johansen

09.10.2024

Kom til ein kveikjandi fyrilestur við Sáru Mariu, sum hevur drúgvar royndir innan ítrótt, bæði sum íðkari og sum venjari.

Sára greiður frá um sína ferð til OL, hennara motívatión og hugsunarhátt. Um hvussu man røkkur sínum málum, heldur fast og finnur drívmegina, sjálvt um tað er trupult. Sára kemur eisini inn á, hvussu okur skapa góðar karmar, bæði fyri elituna og breiddarhópin í smáum feløgum.

Sára hevur tveir fyrilestrar hetta kvøldið. Fyrri fyrilesturin er ætlaður nevnd og venjarum í ítróttarfeløgum, og tann seinni er fyri øll.

Fyri nevnd og venjarum týskvøldið 15. oktobur kl 18.30

Almennur fyrilestur týskvøldið 15. oktobur kl 20.00

Fyrilesturin verður í VB-húsinum og er ókeypis.

Mynd: Lars Moeller


Deil á facebook