TT

Kunngerð um vallistar til kommunuvalið 12. november 2024 fyri Vágs Kommunu

08.10.2024

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 12. november 2024 liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá 14. oktober til og við 25. oktober 2024 í vanligari avgreiðslutíð.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða sent býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá íð valt verður.

Vágur tann 8. oktober 2024

Vágs Kommuna


Deil á facebook