Søguløta og fyrilestur í Miðlatúni í kvøld
Hesa vikuna er ABC vika í Vági - hetta sæst aftur í virkseminum í Miðlatúni.
Klokkan 16.00 í dag, týsdag, verður søguløta fyri børn. Finn Johannesen vitjar bókasavnið og lesur eina søgu fyri børnunum. Og Finn dugur eisini so gott at syngja, so tí vænta okur eisini, at hann fer at syngja ein sang ella báðar tveir.
Miðlatún bjóðar okkurt gott afturvið einum drekkamunni, bæði til børn og barnsligar sálir.
Og í kvøld, týskvøldið, verður ein áhugaverdur fyrilestur við Rakul Sumberg Dahl. Rakul fer at hugleiða um aldargomlu grindabátarnar í Vági - um teirra virksemi og týdning fyri Vág og vágbingar.
Saman við súðubygdum bátum úr øllum Norðurlondum varð føroyski báturin í 2021 innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Innskrivingin á UNESCO listan er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.
Fyrilesturin við Rakul verður klokkan 20.00 í Miðlatúni.
Bæði tiltøkini eru ókeypis.