Burturkast í samband við slaktið
02.10.2024
Vágs Kommuna hevur sett bingju uttanfyri bingjuplássinum á Oyrinum, niðri við sjóvarmálan. Bingjan er ætlað lívrunnum burturkasti frá slaktinum. Bingjan er opin hvønn dag og ikki tengd at ávísum upplatingartíðum.
Lat innvøl og leivdir í ruskposar, og bint fyri, áðrenn tað verður latið í bingjuna. Vembur skulu verða tømdar.
Tað er strangliga bannað at burturbeina vembur og annað lívrunnið burturkast aðrastaðni enn á kommunala bingjuplássið á Oyrunum. Brot á hesa reglugerð verða uttan ávaring fráboðað Sýslumanninum.
Fyri meira kunning ber til lesa meira á her: