Ljósviðurskifitini kring fótbóltsvøllin
FSF hevur sum krav, at ljósmastrar skulu verða við vøllin. Hetta er krav fyri 1. deild og meistaradeild, men í ár var undantak givið til vøllin á Eiðinum, tí arbeitt verður við eini loysn. Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fáa ljómastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum.
Nú er komið somikið langt at kanna hvørjar mastrar og ljós kunnu setast upp við vøllin á Eiðinum. Tað eru m.a. gjørdar simuleringar við 4 mastrum og við 5 lampum í hvørjari mastur. Krøvini frá FSF eru, at ljósini skulu geva minimum 250lux, men tað sum Vágs Kommuna hevur sett sum krav til veitaran er 350lux. Vágs Kommuna hevur fingið prís uppá 4 mastrar við lampum, men afturat prísinum kemur kostnaður fyri fundamentir og kaðalarbeiði.
Tekniskadeild arbeiðir víðari við at fyrireika arbeiði.
FSF var á vitjan í vikuni og hugdi eftir umstøðunum við fótbóltsvøllin á Eiðinum. Sjálvur vøllurin er í sera góðum standi, so har var einki at seta fingurin á. Vágs Kommuna hevur gjørt nýggj vesir og tey lúka eisini krøvini frá FSF, eisini umklæðingarrúmini lúka krøvini.
Tað eru nøkur viðurskiftir sum skulu betrast, eitt nú skal tað verða møguligt hjá einum sjúkrabili at koma inn á fótbóltsvøllin og tak skal gerast yvir setrini, so áskoðarnir kunnu sita turt, um tað regnar.