![](/upload/cache/images/4801-5000/d9814d70a957f9f50baee58708a6e7da5137c29d_w1250_h550_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Ruskinnsavningin byrjar aftur
09.06.2024
IRF boðar frá.
Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur í morgin. Vit seta eyka orku inn og heinta húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar.
Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt.