TT

Tilmelding til Ung í arbeiði 2024

06.06.2024

Aftur í ár ber tað til hjá ungum at melda seg til Ung í arbeiði hjá Vágs Kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár, áðrenn 24. juni, men má ikki verða fyltur 17 ár áðrenn 5. juli.

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Byrjað verður mánadagin 24. juni. 2024 og arbeitt verður í 2 vikur, 4 tímar um dagin.

Freistin at søkja er mánadagin 17. juni kl 16.00.

Áhugaði kunnu melda seg til Ung í arbeiði her

Um spurningar ella ivamál eru, kann ringast á telefon 66 30 00 ella senda teldupost á vagur@vagur.fo.


Deil á facebook