TT

Fiskaveiðuferð á Bókasavninum í Vági

24.05.2024

Í døgunum 3.-8. juni ber til hjá børnum og barnsligum sálum at koma inn á gólvið í Miðlatúni og leita eftur 10 føroyskum fiskum.

8. juni er dagurin fyri Heimshøvini, World Oceans day 2024. Tí fara okur at varpa ljós á lívið í havinum. Okur bjóðað øllum vælkomin inn at vitja og leita á bókasavninum eftir 10 føroyskum fiskum. Fiskarnar eru allir prentaðir á A4 ørk, har børnini kunnu gita hvør fiskurin er.

Øll sum luttaka eru við í lutakastinum um 4 vinningar:

  • 2 gávukort frá Suðuroyar kajakk fyri 4 fólk
  • Bókin Høv & Heimshøv
  • Eitt A4 ark við føroyskum fiskum

Tað er Miðlatún sum saman við Fab-Lab skipar fyri Fiskiveiðuferðini


Deil á facebook