TT

Nýggjur kommunulækni

24.05.2024

Á Heilsumiðstøðini í Vági verða báðar læknaviðtalurnar mannaðar við føstum kommunulæknum frá fyrsta juni.

Dávið Guðnason, kommunulækni, byrjar í føstum starvið í læknaviðtalu 2 um eina góða viku. Dávið er útbúgvin frá Odense Universiteti og hevur síðani lært til kommunulækna í Føroyum. Dávið kennir frammanundan til Vág og Suðuroynna, tí konan er ættað úr Vági og hann hevur fyrr røkt kommunulæknastarv í oynni. 

Vágs Kommuna kann upplýsa, at býtið av borgarum, sum koma til at hoyra til læknaviðtalu 1 og læknaviðtalu 2, hendir sjálvvirkandi.

Í læknaviðtalu 1 starvast Dorrit Bech Joensen, kommunulækni. 


Deil á facebook