Bingjuplássið verður ávirkað í verkfallinum
15.05.2024
Nú verkfall er, verður boðað frá, at bingjuplássið einans tekur ímóti smærri nøgdum av ruski frá húsarhaldinum tvs, rusk, ið passar í ein ruskposa ella tveir.
Størri nøgdir, sum t.d tilfar frá húsabygging ella umvæling skal koyrast beinleiðis til IRF í Trøllavík.
Bingjuplássið er opið í vanligu upplatingartíðunum, til bingjurnar eru fullar.