TT

Vestmenn á Ljósfest fríggakvøldið

05.04.2024

Vestmenn fara at framføra og hugleiða fríggjakvøldið í tjaldinum á Ljósfest.

Vestmenn eru kendir um alt landið og hava verið tað í fleiri áratíggir. Hvør kennir ikki sangirnar , Rukkulív í London Town, Leygarkvøld í Havn og Eg Siti So Eina? Vestmenn er ein føroyskur tónleikabólkur úr Vestmanna, sum var nógv frammi í 1980'unum og enn er virkin til tíðir. Vestmenn góvu út Brot í 1983, har eitt nú sangurin sum byrjaði soleiðis: Eg siti so eina við bálið í kvøld - var nógv at hoyra. Hetta var country- og westerntónleikur á føroyskum málið. Sangurin var eisini á hesari lp-plátuni og kasettubandinum.

Tað var Ólavur Højgaard, sum var forsangari, og Martin Joensen sang. Bæði Ólavur og Martin gjørdu løgini, meðan Martin skrivaði teir flestu sangtekstirnar. Somuleiðis var eisini frálíki tónleikarin Niels Olsen við og er framvegis virkin í bólkinum. Allir limirnir í bólkinum komu frá sama grannalagi í Vestmanna og vóru vinmenn. Í sjónvarpssendingini Minnist tú enn varð samrøða gjørd við limirnar í Vestmonnum og brot vórðu víst frá 1980'unum. Vestmenn hava tey fyrstu árini havt somu manning. Tó, so at aðrir eru komnir við, sum árini hava gingið.

Vestmenna fara at framføra og hugleiða fríggjakvøldið 16. august í tjaldinum, tá Ljósfest verður í Vági.


Deil á facebook