TT

Summardagar í Vági verða aftur í 2024!

20.02.2024

Aftur í ár skipar Vágs Kommuna fyri einum summartilboði til børn í 1. til 4. flokk. Summartilboðið er ætlað teimum børnum, har t.d. summarferian frá skúlanum ikki sampassar við summarferiuna hjá foreldrunum ella teimum børnum, sum kundu hugsað sær eitt øðrvísið upplivilsi í Vági.

Nær eru summardagarnar?

Summardagarnar eru gerandisdagarnar í viku 26 og 27 (frá 24. juni til 5. Juli), og hvør dagur byrjar í frítíðarskúlanum. Dagsins virksemi byrjar klokkan 9 og endar um 15 tíðina, tó kunnu børn avleverast áðrenn klokkan 9 og avheintast eftir klokkan 15. Í samband við tilmeldingina, so verða foreldur biðin um at upplýsa ansingartørvin. Hvør dagur er ymiskur og onkrir dagar eru meiri fjølbroyttir enn aðrir. Longu nú kunnu okur avdúka, at børnini vænta at uppliva alt frá fjallatúrum, grillan í plantaguni, ævintýraferð gjøgnum Gjógvará og svimjing í Páls Høll. Børnini verða heintaði aftur í frítíðarskúlanum eftir dagsins mongu upplivingar, og dyrnar lata aftur eftir tørvi.

Tilmelding, kostnaður og praktisk viðurskiftir

Tilmelding til summardagarnar fer fram við at trýsta á hetta leinki. Hevur man/ein spurningar, so ber til at ringja til Frítíðarskúlan á telefon 239323. Freistin at melda til er 4. mars klokkan 12.00, og tilmeldingin er bindandi og luttøkugjaldið skal rindast innan 14 dagar frá váttanarskrivinum.

Kostnaðurin er 900 kr. fyri báðar vikurnar fyri børn í Vágs Kommunu*. Íroknað er: virksemi, frukt, vatn og millummáli. Børn uttanfyri Vágs Kommunu hava eisini møguleika at melda sjeg til summardagarnar og tá er kostnaðurin 1.800 kr.

Børnini skulu vera ílatin eftir veðrinum og dagsins virksemi. Børnini skulu hava matpakka við.

1. juni fáa tilmeldaðu børnini nærri kunning um, hvat virksemi verður í summardøgunum.

* Møguleiki er at fáa frípláss um tørvur er á hesum og foreldrini lúka krøvini.


Deil á facebook