![](/upload/cache/images/4601-4800/6a92fa4ce21bc94210ef0e57d4dbe60adca523fa_w1250_h550_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Vinnutiltakið Vinnan á vitjan verður aftur
Triðja árið á rað skipar Vágs Kommuna fyri vinnutiltakinum Vinnan á vitjan. Tiltakið verður í Vágs skúla fríggjadagin.
Fríggjadagin 23. februar klokkan 11 er Vágs skúli karmur um afturvendandi vinnutiltakið Vinnan á vitjan. Vinnutiltakið er ætlað næmingum í 9. og 10. flokki í fólkaskúlunum í oynni og til næmingar á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum. Í ár luttaka áleið 20 fyritøkur og stovnar úr allari oynni.
Endamálið við Vinnan á vitjan er at kunna ungdómin í oynni um fjølbroyttu arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnar, sum eru. Samstundis fáa fyritøkur og stovnar møguleika at vísa sjeg fram sum arbeiðspláss hjá komandi ættarliðnum.
Foreldur og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin at vitjað í Vágs skúla og koma í prát við fyritøkurnar og stovnarnar.