TT

Áheitan til bileigarar í samband við kavarudding

05.02.2024

Veðurforsøgnin í kvøld og í morgin leggur upp til, at nógvur kavi kann koma. Væntaði kavin hevur við sær at kavarudding fer fram á kommunaluvegunum.

Í hesum sambandi heitur Vágs Kommuna á bileigarar, ið hava bilar parkeraðar á vegnum, um at gera pláss fyri kavaruddaranum. Best er, um bilarnir verða fluttir av vegnum.


Deil á facebook