TT

Morgunvenjing í Páls Høll fyri 65+

02.02.2024

Mána- og tórsmorgnar er venjing í Páls Høll fyri eldri.

Eldri borgarar hava møguleika at venja tvær ferðir um vikuna í Páls Høll. Venjingin fyrigongur í svimjuhylinum og verður skipa av starvsfólkum frá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni. Venjingin er millum klokkan 9.00 og 10.00 mána- og tórsmorgnar.

Virkin Vágur 2024

Morgunvenjingin í Páls Høll er eisini partur av heilsuátakinum hjá Vágs Kommunu.


Deil á facebook