TT

Gongutúrur niðan á Rávuna

15.02.2024

Leygardagin 17. februar verður skipa fyri gongutúri niðan á Rávuna við ferðaleiðara.

Í samband við Virkin Vágur, so verður fari til gongu niðan á fjallatoppin Rávuna, ið liggur sunnanfyri Vág. Talan er um ein góðan og miðal lættan túr. Gingið verður eftir gongurásini, ið er uppmerkt við smærri bláum steyrum.

Byrjað verður klokkan 11.00 við gongutúraskeltið við Verkstaðið inni á Bakka á Eggjavegi. Frá Eggjavegi verður gingið niðan móti Eggjarnar til eitt pílaskeltið, ið vísur á leiðina niðan á Rávuna. Farið verður tá av vegnum og gingið verður niðan Rútafelsbrekkuna og framvið Rútafelsgjógv.

Á túrinum kann man njóta avbera vakra útsýnið av vestursíðuni av Suðuroynni.

Torkeikastig: miðal
Tíð: 3 tímar
Ferðaleiðari: Jens Petur Brattalíð

Tilmelding: ikki neyðug.

#virkinvágur2024 #abcfyrisálarligaheilsu


Deil á facebook