TT

Súkkla við "Rynkunum" og prát um at vera rynka

05.02.2024

Ónsdagin 14. februar bjóða lokalu Rynkurnar øllum á ein súkklutúr og eftirfylgjandi at hoyra um tað, at vera ein rynka.

Tey síðstu nógvu árini hava vágbingar verði við á liðinum av Rynkeby súkklarum, ið hava súkklað "úr" Føroyum og til París. Tey sum hava súkklað verða rópt Rynkur. Endamálið við at súkklað til París er at samlað pening inn til vælgerandi endamál.

Í ár eru Frida Augustinussen, Hans Jacob Hjelm og Rúna W. Hansen úttikin til Rynkeby liðið. Hesi trý (og kanska onkur eldri rynka) bjóða øllum við á súkklutúr í Vági. Eftir súkklutúrin verður bjóða inn til eina stutta framløgu, har Frida greiðir frá um at vera Rynka.

Tiltakið er í samband við heilsuátakið Virkin Vágur. Byrjað verður klokkan 16.30 uttanfyri Miðlatún og framløgan verður í Miðlatúni aftná súkklutúrin. Atlit verður tikið fyri veðrinum.


#virkinvágur2024 #abcfyrisálarligaheilsu


Deil á facebook