
Nissuveiða í Vági
30.11.2023
Á minnisvarðaøkinum goyma nakrar nissur sjeg – klárar tú at finna hesar?
1. til 10. desembur kunnu børn og barnsligar sálir fara á nissuveiðu í Vági. Á minnisvarðaøkinum goyma seks nissur sjeg. Hvør nissa goymur ein bókstav og saman gera hesar nissur eitt orð. Klárar tú at finna allar nissurnar? Og klárar tú at seta bókstavirnir saman til eitt orð? Um tú klárar hetta, so kanst tú senda orðið inn umvegis hetta leinkið (vagur.fo/393).
Øll sum senda orðið inn eru við í lutakastinum um tvær gávur. Drigið verður 18. desembur og vinnarin verður kunngjørdur á Facebooksíðuni hjá Miðlatúni.