Út at eta, saman við øðrum
Gev tær tíð, set tjeg niður og lat matin verða gjørdan til tín.
Gerandisdagurin hjá nógvum familjum er hektiskur – okur hava nógv um oyruni og nógv sum skal náast, áðrenn dagurin er liðin. Foreldur skulu passa teirra arbeiðið. Børn skulu til ítrótt og onnur frítíðarítriv. Tá hesi eru yvirstaðin, tá stendur heimaarbeiðið og bíðar – skúlating skulu gerast og tað sama skal nátturðin. Í millum dagliga resi, skal samvera og familjulívi kroystast inn.
Fyri at lætta um, so fer Vágs Kommuna at skipa fyri einum matarkvøldið fyri familjum og einstaklingum. Kommunan bjóðar íbúgvum nátturða í hølunum hjá Frelsurnarherinum, har høvið eisini er fyri hugna og samveru saman við teimum nærmastu og vinfólki. Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, ið tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagineftir.
Matarkvøldið er 23. novembur frá klokkan 17.00 og til klokkan 20.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin at meldað sjeg til við at trýsta á hetta leinkið. Tilmeldingin er ikki bindandi, men verður bert brúkt sum ábending um, hvussu nógvur matur skal gerast.