
Góð undirtøka til fyrilesturin um styrki og konditiónsvenjing
Ónskvøldið hvødu fysioterapeutarnir Sigurð Marner Simonsen og Bára Krosslá Mortensen ein fyrilestur í Miðlatúni. Fyrilesturin tók støði í styrki og konditiónsvenjing.
Nógv fólk løgdu leiðina inn í Miðlatún ónskvøldið, har fyrilestur var á skrá. Fyrilesturin Styrki og konditiónsvenjing tók støðið í týddningin av venjing, serliga styrki og konditiónsvenjing fyri at fyribyrgja truppulleikar, tá okur gerast eldri. Um innihaldið, søgdu Sigurð Marner og Bára:
Tá okur gerast eldri, minkar vøddafyllan og styrkin natúrligt. Hetta nevnist sarcopeni. Tað byrjar longu um 30 árs aldurin, og minkar so líðandi við árunum.Tað er fyrst, tá okur blíva umleið 70 ár, at tað verður ein trupulleiki. Tá byrja okur at fáa trupulleikar í gerandisdegnum og koma í fallvanda. Við at venja, serliga tunga styrkivenjing, kunnu okur seinka hesa gongd og fyribyrgja teimum trupulleikum, ið fylgja við aldrinum.
Fyrilesturin vísti á gransking av kroppi og vøddum, tá okur gerast eldri, og nær besta úrslitið kemur frá eini venjing. Greitt varð eisini frá, hvat tung styrkivenjing er og hvussu okur kunnu venja okra konditión best.
Á fyrilestrinum sluppu luttakararnir eisini at røra sjeg og at fáa pulsin upp, tá Sirgurð Marner og Bára gjørdu eina test.


