TT

Verkstova: Sitimátta úr ull

09.11.2023

Tórsdagin 16. novembur skipar FabLab fyri eini verkstovu í samband við Community Art listaverkætlanina. Talan er um verkstovu, har luttakararnir fara at gera sitimáttur úr ull. Verkstovan er opin millum klokkan 18.00 og 20.00 og krevur ikki tilmelding.

Um sitimáttina sigur Floortje Zonneveld:

TÍÐIN MILLUM OKKUM SITIMOTTA                                                       

“Føroya ull er Føroya gull” er eitt okur hava lært, meðan okur hava vitja her. Ullin helt fiskimannin heitan, tá hann var til sjós. Hon heldur eisini smábørnini heit, meðan tey sova uttandurða. Ullin heldur eisini fólkum heit, tá tey ganga túrar í fjøllunum ella ansa seyðinum.

Ullin sambindur land og sjógv, og hon sambindur ættarlið og siðvenju. Hon sambindur stíl og vælveru. Hon sambindur handverk og list. Í hesi verkætlan sambindur ullin gamlar teknikkir og førleika við nýggjari talgildari tøkni.

Men mest av øllum sambant ullin mangar hendur í øllum aldrum, ið hava arbeitt og skapt hesa sitimottuna. Og gjøgnum at hava arbeitt við ullini, eru søgurnar og vitanin blivin deild millum okkum.

Gongdin

Frá at klippa, til at vaska, til at velja, til at kæra, til at tøva… arbeiðið við at gera hesar sitimotturnar byrjaði longu í summar, tá fleiri fólk í oynni samlaðu ullina til hesa verkætlan. Longu innan okur komu til Føroya høvdu næmingarnir í 4. flokkið í Vágs Skúla lært um at vaska og kæra ullina. Gjøgnum hesar mánaðirnar er sitimottan gjørd av mongum hondum úr skúlanum, ellisheiminum, FabLab og í fleiri heimum.

Mynstri hevur Margrét Katrín Guttormsdóttir frá tí íslendska Textile Lab gjørt. Okur hava broytt mynstri soleiðis, at tað passar betri til ullina. Síðani hava okur lasaraskorið 19 partar til tað einu sitimottuna. Tøvda ullin er frá ymiskum seyði, í ymiskum litum, ið er falda saman og skapar tað eina sterka og bleyta sitimottu. Allir deilirnir eru serligir og eru knýttir saman. Líka sum sitimottan er knýtt, er okkara lív og søgur, ið okur hava deilt frá upplivingunum uttandurða og niðan í fjøllini eisini.

Soleiðis brúkar man sitimottuna

Sitimotturnar koma at finnast á bókasavninum. Tá tú fer ein túr í fjøllini, kanst tú taka tær eina (ella fleiri). Tá tú kemur aftur við teimum, tá kunnu tær heingjast at turka í skápinum.

Okur taka ullina aftur í fjøllini, har hon kom frá. Okur møta seyðinum ið berur ullina hann veitir okum næsta ár. Okur deila áhaldandi søgur og løtir okra millum.  

Niðanfyri er filmsbrot. ið greiðir frá, hvussu sitimáttan verður gjørd.


Deil á facebook