TT

Burturkast í samband við slakti

26.09.2023

Vágs Kommuna hevur sett bingju uttanfyri giringina hjá bingjuplássinum á Oyrinum. Bingjan er ætlað lívrunnum burturkasti frá slaktinum. Bingjan er opin hvønn dag og ikki tengd at ávísari upplatingartíðum.

Heitt verður á øll, sum brúka bingjuna, um at tøma vembur áðrenn tær verður koyrdar í byngjuna.

Tað er strangliga bannað at burturbeina vembur og annað lívrunnið burturkast aðrastaðni enn á kommunala bingjuplássið á Oyrunum. Brot á hesa reglugerð verða uttan ávaring fráboða Sýslumanninum.


Deil á facebook