TT

Træspónir eru aftur at fáa

04.09.2023

Teir borgarar, sum ynskja træspónir, kunnu fara yvir í byngjuna við Tormansá.

Í síðstu viku knústu arbeiðsmennirnir trægreinar. Hetta er nú blivið til træflis, sum kommunan bjóðar borgarum ókeypis.

Teir borgarar, sum fáa sær træflis, mugu hava posa og spaka við, tá fari verður eftir flisinum. Bingjan er opin allar dagar. 

 


Deil á facebook