
Sambandsflokkurin á vitjan
10.08.2023
Sambandsflokkurin hevur verið á arbeiðsferð í Suðuroynni í gjár og í dag.
Kl. 9.00 í morgun var ferðalagið á vitjan hjá Vágs Kommunu, har borgarstjórin Bjarni Johansen tók ímóti teimum.
Borgarstjórin Bjarni Johansen greiddi frá hvussu støðan er í kommununi, og hvørjar íløgur Vágs Kommuna ger í ár.
Eisini bleiv tosa um støðuna í Suðuroynni, har tað sjálvandi bleiv tosa um Suðuroyartunnilin.
Eftir vitjanina hjá Vágs Kommunu, fór manningin hjá Sambandsflokkinum víðari, tey skuldi vitja Kirvi og virkið hjá Bakkafrost í Vági.
Vágs Kommuna takkar fyri vitjanina.