Skráin til Ljósfest 2023
07.08.2023
Í vikuskiftinum verður ársins Ljósfest í Vági - har undirhald, mentan og tónleikur eru á skrá.
Ljósfest byrjar longu fríggjakvøldið, tá eitt kvøldartiltak við hugleiðing, tónleiki og mótaframsýning verður. Leygardagurin er stóri dagurin, og byrjar skráin klokkan 13.00 og hildið verður á til klokkan 01.30.
Til ber at lesa skránna her. Skráin kann eisini takast niður sum PDF her.
Vágs Kommuna hevur í summar skrivað um ymsu tiltøkini og tónleikin, sum verður á Ljósfest. Í yvirlitinum yvir tíðindir her á heimasíðuni ber til at lesa um ymsu tiltøkini.